Kommunufelagið

Kommunufelagið er felagið hjá føroysku kommununum. Endamál felagsins er at virka fyri felags áhugamálum, størri kommunalum sjálvræði og betri samstarvi millum kommunurnar. Arbeitt verður fyri greiðum uppgávu- og ábyrgdarbýti millum land og kommunur, og at kommunali myndugleikin verður styrktur.

Komandi tiltøk

Kommunufelagið
31. august 2026
00:00
Hálvdagsskeið: Hvar finni eg tølini?
Í næstum skipar Kommunufelagið aftur fyri hálvdagsskeiði, ætlað kommunustýrislimum og kommunuskrivarum/stjórum um hetta at finna tøl um kommunur í skipanunum hjá Gjaldstovuni og Hagstovuni. Her er talan um ávikavist Búskaparskipanina og Hagtalsgrunnin. Á skeiðnum fært tú: einfalda og nýtiliga fatan av, hvørji tøl um tína kommunu eru at finna í skipanunum vitan um, hvussu tú tekur tøl niður til egna nýtslu undirvísing á byrjanarstigi - skeiðið krevur ongar fortreytir yvirhøvur Minst til: Neyðugt er at hava farteldu við! Skeiðið verður skipað sum hálvdagsskeið  gerandisdagar í døgunum 31. august til 4. september 2026. Freistin at melda til er fríggjadagin 21. august 2026. Nærri kunning um skeiðið og tilmelding. Tilmelding bindandi, men til ber at lata øðrum kommunustýrislimi plássið, um einum berst frá at møta. Eru spurningar um skeiðið, ber til venda sær til Hans Kára, á telefon 78 70 05 ella á hanskariv@kf.fo
Kommunufelagið
02. juni 2026
08:00
Skeið fyri kommunala geiran
Kommunufelagið hevur skeiðsdagar týsdagin 2. juni til hósdagin 4. juni, har vit bjóða tvey ymisk skeið út til fólk, ið starvast innan kommunala geiran. Fyrra skeiðið er tveir skeiðsdagar og snýr seg um høvuðstættirnar í fyrisitingarrætti. Endamálið við skeiðinum er at fáa eina grundleggjandi fatan av vanligum fyrisitingarrætti og av øðrum reglum, sum eru serliga viðkomandi fyri arbeiðið í einari kommunalari fyrisiting. Seinna skeiðið er ein skeiðsdag og snýr seg um alment innlit og partsinnlit. Endamálið við skeiðinum er at fáa eina greiða fatan av reglum um alment innlit og partsinnlit eftir fyrisitingarlógini. Skeiðið er fyri starvsfólk í kommunala geiranum og er serliga ætlað starvsfólkum í kommununum, sum so ella so fáast við málsviðgerð. Eitt nú á kommunuskrivstovum, í barnavernd, á eldraøkjum og á dagstovnum. Til ber at melda seg til annað ella bæði skeiðini, sum verða á Hilton Garden Inn. Innbjóðingar við tilmeldingarleinki eru sendar kommunuskrivstovum. Freistin at melda til er mánadagin 4. mai 2026.
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið
10. desember 2025
09:30
Seinasti starvsnevndarfundur í 2025
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið
10. september 2025
09:30
Starvsnevndarfundur

Samband

Kommunufelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kf@kf.fo