Galapagosoyggjar
Galapagosoyggjar | |
---|---|
Landafrøði
| |
Vídd | 7 880 km²
|
Umsiting | |
Land | Ekvador |
Íbúgvalæra | |
Fólkatal | 23,000 (2011) |
Íbúgvatættleiki | 2,9 /km² |
Galapagosoyggjar (Spanskt Archipiélago de Colón) er oyggjabólkur uttanfyri suðuramerikonsku vesturstrondini. Eins og fleiri plantu- og djórasløg bert eru á Galapagosoyggjum, soleiðis er eisini við fiskasløgunum.
Síðan ferð og ferðasøgn Darwins hevur áhugin fyri Galapagosoyggjum verið støðugt vaksandi millum vísindafólk. Nú í tíðindi verða gjørdar víðtøknar vísindaligar rannsóknir, har hópur av altjóða serfrøðingum taka lut. Ein miðdepil fyri slíkari gransking er Charles Darwin Research Station á oynni Santa Cruz. Har kanst tú fáa kunnleika um fjølbroyttu rannsóknirnar, ið fara fram á oyggjunum, sum síðan 1979 hava verið alfriðaðar.
Náttúra
[rætta | rætta wikitekst]Á Galapagosoyggjum eru 250 ílend sløg av blómuplantum, uml. 67 ílend fiskasløg og 28 ílend sløg av búfugli.
Verndarøki
[rætta | rætta wikitekst]Galapagos er í dag ein tjóðgarður [1]. Fyri at avmarka ferðafólk, er tað kostnaðarmikið at sleppa í land á Galapagos. Nógvar ymsar reglur eru settar fyri, hvat ferðafólk kunnu loyva sær at gera, m.a. er tað als ikki loyvt at nerta djórini, serligar reglur eru settar fyri, hvar man kann ganga, og at ferðafólk als ikki mugu taka nakað úr náttúruni [2].
Menningarlæran
[rætta | rætta wikitekst]Hesar gosoyggjar vóru eitt rannsóknarøkið, ið var so forvitnisligt, at tað fekk Charles Darwin at menna ástøði sítt um lívfrøðiligu menninga hjá dýrasløgunum og skriva kenda verk sítt Theory of Evoloution. Her var tað, Charles Darwin varnaðist tað ómetaliga margfeldi, ið kyknar upp í náttúruni og alsamt broytist alt eftir umhvørvinum, hann rakti við, at hvør oyggj hevði sítt heilt serstaka dýralív, sum var ymist frá hinum oyggjunum.
Djóralívið
[rætta | rætta wikitekst]Her eru nógv sløg, ið bara eru funnin við Galapagosoyggjarnar [3]. Dømir:
- Haviguanin: Einasta ferføtla, ið livir í havinum, har hon kann kava djúpt og leingi fyri at eta tara. Hetta var djóraslagið, ið Darwin als ikki tókti bráðvakurt, men annars kannaði gjølliga.
- Landiguanin: Er landdjór, og hon livir av plantuføði.
- Galapagosheykurin. Ungfuglurin er ljósur, og búnifuglurin er brúnur á liti. Hann hevur eina serstaka tillgang til oydna lendið, har bert fá djór eru at veiða, bøgan troðar upp til fýra steggjum, ið síðan hjálpa til við at ansa eggjum og at bera føði til ungarnar.
- Sjóleyvan.
- Stóra landskjaldbøkan, ið kan viga upp til 250 kg. og kann gerast um 200 ára gomul. Hon livir av plantuføði ovarlaga í lendinum. Hesin djórabólkur hevur annars givið Galapagosoyggjum núverandi navnið "Galapagos", ið á sponskum merkir skjaldbøka.
- Lavamásin. Bert 300 pør eru til av hesum fuglaslagi, ið einans heldur til á Galapagos.
- Huldukrabbin grevur sær holur í sandstrondini, og har kann hann lættliga krógva seg.
- Galapagospingvinin er heimsins minsta pingvin og harafturat tað pingvinslag, ið livir longst norðuri. Eini 15.000 pør eiga á Galapagos.
Dálking
[rætta | rætta wikitekst]UNESCO hevur koyrt Galapagos á listan yvir støð í vanda fyri umhvørvisoyðilegging [4].
Oljudálkingin í 2001
[rætta | rætta wikitekst]Tann 16. januar 2001 fór tangaskipið Jessica á land nær havnina við Puerto Baquerizo Moreno á oynni San Cristobal. Umborð vóru umleið 1.000 tons av olju. Meginparturin av hesi olju lak út í havið tær komandi tvær vikurnar [5]. Vandin fyri hervarligari umhvørvisvanlukku var ovurstórur, men góð streym- og veðurviðurskifti forðaðu hesum í stóran mun. Stórur partur av oljuni rak til havs. Eisini guvaði meginparturin av dieseloljuni burtur í nógva hitanum, áðrenn hon elvdi til skaða.
Við skipið og har í nánd doyðu tó ymisk dýr so sum t.d. pelikanir, sjóleyvur, súlur, igulker, fiskur, umframt grøntarar og reyðtarar á strondini. Samskipanin millum felagsskapir, fiskimenn, ferðavinnu, stovnar og myndugleikir virkaði so mikið væl, at nógvir oljudálkaðir fuglar vórðu bjargaðir við tað, at teir vóru viðgjørdir á staðnum ella á viðgerðarstovu. Vandin fyri at hóttafall kundi koma t.d. á tey heilt sjáldsomu djórasløgini so sum galapagospingvinina og lavamásan, minkaði tíbetur skjótt, tí fyribyrgingararbeiðið gekk so mikið væl [6].
Bókmentir
[rætta | rætta wikitekst]Umframt tær mongu frøðibøkurnar, ið eru til skjals um hesar navnframu oyggjar, so er eisini nakað av føgrum bókmentum, ið umrøða oyggjarnar ella hava tær sum leikpall. Norðmenn gjørdu rannsóknir og royndu at búseta seg har í 1925. Tað er umrøtt í bókini De Forheksede Øer eftir Alf Wollebæk, ið savnaði djór inn fyri Zoologisk Museum í Oslo [7]. Bókin kom út á Cappelens Forlag í 1934. Tað kann hugsast, at henda norska niðursetingin er íblástur til skaldsøguna eftir Johan Falkberget, Den Nye Bør Børson Jr., ið er prentað sum framhaldssøga í norska blaðnum Magasinet fyrstu ferð í nr 42 í 1957.
Í 1996 kom út spennandi skaldsøga eftir Jytte Borberg, Verdens Ende, á forlagnum Munksgard Rosinante. Bókin byggir á brotsmálakendar og gátuførar frásagnir um týskarar, ið seta seg niður á oynni Floreanu í 1929.
Myndir
[rætta | rætta wikitekst]-
Haviguanin.
-
Sjóleyvan.
-
Á oynni Bartolome.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ http://www.galapagospark.org/
- ↑ http://www.ecuador.us/galapagos.htm
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2011-08-19. https://web.archive.org/web/20110819174345/http://www.galapagos-islands-tourguide.com/galapagos-animals.html. Heintað 2011-07-01.
- ↑ http://whc.unesco.org/en/news/322
- ↑ http://www.telegraph.co.uk/news/worldnews/southamerica/galapagos/1318937/Oil-spill-threatens-wildlife-on-Darwins-Galapagos-Islands.html
- ↑ http://www.telegraph.co.uk/news/worldnews/1319692/Oil-slick-drifts-away-from-Galapagos-islands.html
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2007-06-10. https://web.archive.org/web/20070610145731/http://www.skabelse.dk/artikler/pdf/101.pdf. Heintað 2011-07-01.