Jump to content

Hannah Montana

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Land USA USA
Mál Enskt
Sjangra Sitcom
Sesongir Fýra
Framleiðari Michael Poryes
Tónleikur Matthew Gerrard
Miley Cyrus
Leikarar Miley Cyrus
Emily Osment
Mitchel Musso
Jason Earles
Billy Ray Cyrus
Longd 23-24 minuttir

Hannah Montana var ein sera væl umtókt sjónvarpsrøð, ið varð send frá 24. mars 2006 - 16. januar 2011 í USA. Fríggjadagin 12. november 2011 var síðsti parturin av heimskendu sjónvarpsrøðini vístur á Disney Channel. Sjónvarpsrøðin um vanligu gentuna Miley Stewart, sum livir eitt dupult lív, sum poppstjørnan, Hannah Montana, er nú endað eftir 95 partar og filmin Hannah Montana: The Movie (2009).

Sjónvarpsrøðin hjá Disney Channel gjørdist beinavegin væl umtókt. Átjan ára gamla Miley Cyrus hevur í næstan 4 ár leikt høvuðsleiklutin í kendu sjónvarpsrøðini saman við pápanum, Billy Ray Cyrus sum eisini leikar pápi hennara. Sjónvarpsrøðin minnir nógv um veruliga lívið hjá filmsstjørnuni og sangarinnuni Miley Cyrus, og hon hevur sjálv sagt, at tað ikki rættiliga er sjónleikur, tá hon leikar Miley Stewart. Allar tríggjar genturnar Miley Cyrus, Miley Stewart og Hannah Montana er vorðnar heimskendar og hava havt konsertir um allan heimin.

Í fyrstuni var tað mest Hannah Montana, fólk vildu hoyra, men tá Miley Cyrus er blivin vaksnari og vil sjálv royna seg sum sangarinnu, vilja flest fólk hoyra hana syngja. Hon hevur eisini spælt í filminum The Last Song.

Sjónvarpsrøðin, Hannah Montana, snýr seg um gentuna Miley Stewart, sum flytir frá Tennessee til Malibu í Kalifornia fyri at royna seg sum sangara. Hon elskar tónleikin og at syngja, men vil kortini ikki hava, at fólk kenna hana úti á gøtuni, og at hon verður viðfarin øðrvísi bara tí, at hon er kend. So hon livir eitt dupult lív, har hon fær tað besta úr tveimum heimum. Í tí eina er hon tann vanliga Miley Stewart og í hinum, er hon heimskenda poppstjørnan, Hannah Montana, sum er fyrimyndin hjá næstan øllum tannáringagentum í USA.

Tað ljóðar lætt at liva hetta luksus lívið, men so er ikki. Miley er alla tíðina noydd at lúgva fyri fólki, hon elskar, fyri at tey skulu finna útav, hvør hon er. So nógv sum er gott við at vera Hannah Montana er eisini ringt, so Miley Stewart sær ofta onga aðra loysn enn at siga við heimin, hvør hon ordiligt er. Kortini kemur hon aldri so langt og fær altíð reddað poppstjørnuni.

Hesu ferð gongur tað kortini ikki. Miley Stewart og Hannah Montana hava fingið ein sjek, sum tær eru ordiliga forelskaðar í, og hann verður hataður av øllum Hannah Montana-fjepparum, tí tey vita ikki av, at Miley og Hannah eru ein og tann sama gentan. Eisini verður Lily, besta vinkonan hjá Miley Stewart noydd til at uppgeva skúlan, sum hon hevur droymt um at sloppið á alt lívið, tí at Miley ikki slapp inná orsakað av hennara dupult lívið sum Hannah Montana. Miley Stewart sær nú, hvussu nógv Hannah Montana sárar hennara vinfólk og sær ongan annan útveg.

Slóðir úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið