Sólarmyrking
Appearance
Sólarmyrking er eitt fyribrigdi, sum er, tá ið mánin kemur ímillum jørðina og sólina soleiðis, at mánin forðar sólarljósinum at raka beinleiðis jørðina í ávísum økjum.
Fullskuggin av mánaum (skuggaálin) er bara fáar hundrað km breiður. Uttan fyri skuggaálina sæst ein lutvís myrking um stóra vídd í einum fleiri túsund kilometra breiðum øki.
Av tí at mánin stendur ímillum jørðina og sólina, kann sólarmyrking bara vera í tendring.
Myndir
[rætta | rætta wikitekst]-
Lítli, svarti bletturin, ið flytist frá útsynningi til landnyrðing, ímyndar skuggaálina, har sólarmyrkingin er full. Lutvís myrking er uttan fyri skuggaálina.
-
Full sólarmyrking
Sólarmyrkingar í Føroyum
[rætta | rætta wikitekst]- 25. mai 849
- 7. juni 894
- 26. juni 1424
- 3. februar 1440
- 30. mai 1612
- 30. juni 1954
- 20. mars 2015
- 26. mai 2245
- 7. september 2974
Sí eisini
[rætta | rætta wikitekst]Ávisingar úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- P. Jespersen: Myrkingar, snar.fo
- Full sólarmyrking 20. mars 2015, stamps.fo