Billy Joel
Billy Joel | |
---|---|
Billy Joel í 2009. | |
Bakgrundskunning | |
Føðinavn | William Martin Joel[1] |
Fødd/ur |
Bronx, New York, USA. | mai 9, 1949
Uppruni | Hicksville New York, USA. |
Sjangrur | Rokktónleikur[2] |
Størv | Tónleikari, Singer-songwriter, Tónaskald |
Ljóðføri | Sangur, Klaver, Gittari, Harmonika |
Ár virkin | 1965–nú |
Plátufeløg | Columbia Record, Family Productions, Sony Classical |
Luttøka við øðrum | The Echoes, Hassles, Attila, Billy Joel Band |
Heimasíða | billyjoel.com |
Týðandi ljóðføri | |
Steinway Grand Piano,[3] Hammond organ, Baldwin Piano, Gibson Les Paul gittari, Gibson Les Paul Junior gittari, Minimoog |
William Martin "Billy" Joel, føddur 9. mai 1949, er ein amerikanskur tónleikari, singer-songwriter og tónaskáld. Hann er mest kendur fyri sangin "Piano Man" frá 1973, og hevur havt topp 40 sangir í 1970-árunum, 1980-árunum og 1990-árunum. Fløga hansara Greatest Hits Vol 1 & 2 er ein av best seljandi fløgunum í USA nakrantíð. Eisini hevur hann verið sætti best seljandi tónleikari í heiminum, og triðbesti seljandi tónleikari í USA.[4]
Hann hevur verið tilnevndur til Grammy-virðisløn 23 ferðir og vunnið seks ferðir. Billy var innlimaður inn í Songwriters Hall of Fame í 1992, Rock and Roll Hall of Fame í 1999, og the Long Island Music Hall of Fame í 2006. Í 2013 tók hann ímóti Kennedy Center Honors, ið er hægsti heiður eitt listafólk kann fáa í USA.
Billy Joel gavst, við fáum undantøkum at útgeva tónleik í 1993, men framførir framvegis løg síni á tónleikaferðum í USA og kring heimin.
Samstarv við Disney
[rætta | rætta wikitekst]Í 1988 lánti Billy Joel rødd sína til animeraða hundin Dodger í Disney filminum Oliver and Company. Har sang hann eisini opnunarsangin í filminum, ið kallaðist "Why Should I Worry".
Diskografi
[rætta | rætta wikitekst]- Studio útgávur
- Cold Spring Harbor (1971)
- Piano Man (1973)
- Streetlife Serenade (1974)
- Turnstiles (1976)
- The Stranger (1977)
- 52nd Street (1978)
- Glass Houses (1980)
- The Nylon Curtain (1982)
- An Innocent Man (1983)
- The Bridge (1986)
- Storm Front (1989)
- River of Dreams (1993)
- Fantasies & Delusions (2001), klassiskur tónleikur
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Billy Joel Biography. billyjoel.com. Retrieved on December 7, 2008.
- ↑ "Explore: Soft Rock – Top Artists – AllMusic". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2011-04-03. https://web.archive.org/web/20110403041921/http://www.allmusic.com/explore/style/soft-rock-d382/artists. Heintað 2015-09-08.
- ↑ Edmondson, Jacqueline (2006). Condoleezza Rice: A biography. The United States: Greenwood Publishing Group. p. 22. ISBN 978-0-313-33607-2.
- ↑ https://www.riaa.com/goldandplatinum.php?content_selector=top-selling-artists