Fiskaaling
Appearance
Fiskaaling er eitt slag av havbrúki, har man alir upp ymisk sløg av fiski við tí endamálið at framleiða føði, sum oftast er talan um mannaføði, men djóraføði verður eisini framleidd úr alifiski. Alifiskur ið verður útfluttur úr einum landi í annað ella onnur lond, má verða fysta flokks vøra. Man veit um fiskaaling langt aftur í tíðina, heilt aftur til umleið 2500 fyri Krist í Kina.
Í Føroyum er laksaaling tað sum er mest vanligt og sum higartil hevur havt best úrslit. Laksaaling er ein sera týðandi partur av føroyskum útflutningi. Fiskaaling verður brúkt kring allan heimin bæði í feskum vatni og í sjónum. Tá talan er um aling av sjónum, so er tað sum oftast inni á firðum og vágum, ið alingin fer fram og har bestu úrslit fáast.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]