Jump to content

Fjalltrøstur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Fjalltrøstur

Støða

Minst stúrin
Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Fylki: Chordata
Flokkur: Aves
Hópur: Passeriformes
Ætt: Turdidae
Slekt: Turdus
Slag: T. pilaris
Turdus pilaris

Fjalltrøstur (frøðiheiti - Turdus pilaris) er heldur størri enn óðinshani. Hann er vakur á liti. Kápan er brún, dimmari og ljósari flekkut; annars er hann gráur omaná; øsið og bringan eru brúngul við longum svørtum blettum; búkurin er hvítur og velið svart. Hann eigur norðarlaga í Noregi. Um veturin heldur hann seg longur suðuri, í Svøríki og í Danmark. Men tá fer hann ofta til stroks aðrar vegir, og mangan sæst hann í Føroyum, oftast einstakir ella fáir saman, men stundum í stórum flokkum. Í desember 1936 sóust hundraðtals í mongum bygdum, hoppandi kvikir um í bønum. So við og við fækkaðust teir, og eftir halvarðsøku vóru eingir at síggja.[1]

  1. Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.

Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið