Jump to content

Francisco Goya

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Francisco de Goya, portrett sum Vicente López Portaña hevur málað

Francisco José de Goya y Lucientes (føddur 30. mars 1746 í Fuendetodos, Aragonia, Spania, deyður 16. apríl 1828 í Bordeaux, Frakland) var ein spanskur listamálari frá Romantikkini. Hann vaks upp í Zaragoza í landnyrðinspartinum av Spania og fór sum 14-ára gamal í læru hjá listamanninum José Luzan. Eftir eina ferð til Italia 1770-1771 var hann virkin við at framleiða tað kongaliga gobelinið og flutti síðan til Madrid í 1774. Umleið 1780 byrjaði hann lívsleið sín við tað kongaliga akademiið og við tað spanska kongshúsið, har hann varð útnevndur sum høvuðsmálari í 1799. Samstundis við starvið hjá kongshúsinum fylgdi hann væl við og dokumenteraði ræðuleikar undir Napoleonskrígnum við bløðum og málningum. Orsakað av spentu politisku støðuni í Spania, flutti hann í 1824 til Fraklands. Hann andaðist í Bordeaux í1828.

Nógv av verkum hansara, eitt nú Tann nakna Maja, verða framsýnd á Museo del Prado í Madrid.

Goya verður av mongum sæddur sum tann seinasti av teimum gomlu meistarunum og sum tann fyrsti av teimum modernaðu. Hann hevur givið íblástur til meistarar sum Manet og Picasso og Francis Bacon.

Myndir av málningum eftir Goya

[rætta | rætta wikitekst]


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið