J. R. R. Tolkien
John Ronald Reuel Tolkien (3. januar 1892 í Bloemfontein, Lýðveldi Oranjefrístaturin, (ì dag Suðurafrika) – 2. september 1973 í Bournemouth, Onglandi) var bretskur rithøvundur og professari í málfrøði. Kendastu verk hansara eru Hobbin og tær tríggjar bøkurnar í røðini um Ringanna Harra. Frá 1925 til 1945 var Tolkien professari í fornenskum á Rawlinson & Bosworth og stýrislimur í Pembroke College. Bæði eru collegium á lærda háskúlanum í Oxford. Seinni gjørdist hann professari í enskum málið og bókmentum og stýrislimur á Merton collegiunum á Oxford.
Tolkien og rithøvundurin C.S. Lewis vóru góðir vinmenn, og saman vóru teir limir í áhugabólkinum The Inklings, har teir lósu og kjakaðust um enskar bókmentir. (Inklings kann leystliga umsetast til Blekkararnir). Tolkien varð í 1972, sum tøkk fyri sítt ovurstóra virksemi í samband við enskar og bretskar bókmentir sum heild, útnevndur til CBE. (Commander of The Most Excellent Order Of The British Empire) av Elisabeth drottning II.
Ævisøga
[rætta | rætta wikitekst]Barnaár
[rætta | rætta wikitekst]John Ronald Reuel Tolkien varð borin í heim í Bloemfontein. Foreldrini vóru Arthur og Mabel Tolkien. Tey bæði fluttu til Bloemfontein, tá ið Arthur gjørdist stjóri fyri lokal deildina av banka bretlands, sum hevði sæti í býnum. Tolkien hevði ein yngri bróður, Hilary, sum varð borin í heim í 1894. Tá Tolkien var trý ára gamal, fór familjan eina ferð til Onglands. Hetta var ætla, sum ein styttri vitjan, men pápi Tolkien, sum skuldi koma til Onglands seinni, doyði av giktfepri. Hetta hevði við sær, at familjan misti høvuðsinntøkuna, og Mabel Tolkien flutti, saman við synum sínum, inn til foreldrini at búgva. Foreldur hennara búðu í Kings Heath, Birmingham. Her vóru tey eitt stutt skifti, til Mabel í 1896 flutti til Sarehol, sum um tað mundi var ein lítil bygd í Worchestershire. (Í dag er økið partur av Birmingham). Tolkien dámdi væl, at rannsaka og stuttleika sær í gomlu mylluni, sum var í bygdini. Eisini var hann nógv í mýrulendinum og klettunum nærhendis bygdina.
Hesi støð, eins og grannabygdirnar Bromsgrove, Alcester, og Alvechurch, veittu Tolkien sera nógvan íblástur til kendu bøkurnar. Eisini garðurin hjá fastrini Jane, sum bar heiti Bag End, var stórur íblástur. Bag End er eitt av staðarnøvnunum í Hobbanum og Ringanna harra.
Mabel undirvísti synum sínum heima við hús. Tolkien dámdi væl at læra, og serliga var hann áhugaður í tungumálum og mállæru teirra. Ronald, sum familjan rópti hann, dugdi at lesa longu sum fýra ára gamal, tað gekk ikki leingi áðrenn hann dugdi at skriva. Honum dámdi sera væl at lesa skaldsøgur. Honum dámdi ikki skaldsøguna Skattaoyggin, og um Alice í ævintýralandi segði Tolkien, at bókin var undirhaldandi, men eisini var hon ræðandi. Serliga væl dámdi Tolkien ævintýrabøkurnar hjá George MacDonald.
Í ár 1900 gjørdist Mabel Tolkien Katólsk. Hetta dámdi ætt hennara, ið vóru baptistar, einki, og tey góvust umgangandi við fíggjarligum stuðuli av øllum slag. Í 1904, tá Tolkien var 12 ára gamal, doyði mamma hansara av sukursjúku. Hon gjørdist 34 ára gomul, sum var miðal livialdurin fyri fólk við Diabetes typu 1 um tað mundi. Aðrenn hon andaðist, syrgdi hon fyri, at kæri vinmaður hennara, katólski presturin, Francis Xavier Morgan, gjørdist verji hjá børnum hennara, tá ið hon fór foldum frá.
9 ár eftir hennara deyð, segði Tolkien soleiðis um móðir sína: Mín kæra móðir var av sonnum ein pínslarváttur, og tað er ikki ein og hvør, ið fær Guds gávur eins lættliga og eg og Hilary. At fáa eina móðir, sum stríddi seg til deyðis fyri okkum, soleiðis at vit skuldu varðveita trúnna. Francis Morgan, ið Tolkien vanliga rópti Father Francis, tók sær av dreingjunum, og veitti teimum ein uppvøkstur við katólskari áskoðan. Tolkien vaks til mann í Edgbaston, Birmingham, har hann gekk í skúla á King Edwards skúlanum, og seinni á St. Phillips skúlanum.
Tannárini
[rætta | rætta wikitekst]Tíðliga í tannárunum kom Tolkien seg á fyrsta sinni fram á eitt manngjørt mál. Talan var um Málið Animalic, sum systkinabørn hansara, Mary or Marjorie Incledon høvdu skapt. Um tað mundi las Tolkien fornenskt og latín. Áhugin fyri hesum mannskapta málið doyði skjótt burtur í einki, men seinni skaptu Tolkien, systkirnabarnið Mary og onnur við, eitt nýtt og meira samansett mál, ið tey róptu Nevbosh. Hesin áhugið fyri tungumálum sæst tíðiliga aftur í skaldsøgum Tolkiens, har hann skapti fleiri tungumál. Í 1911 fór Tolkien, tá 19 ára gamal at lesa á Exeter College, Oxford. At byrja við las hann fornaldarfrøði, men seinni skifti hann yvir til enskt mál og enskar bókmentir.
Fríggjan og hjúnarband
[rætta | rætta wikitekst]Sum 16 ára gamal hitti Tolkien tí 19 ára gomlu Edith Mary Bratt. Sambært Humphrey Carpenter, sum skrivaði ævisøguna um Tolkien, gjørdust tey bæði avbera góð. Tey gingu mangar túrar, og sótu ofta á altanum á testovum, har tey kastaðu sukurmolar niður í hattar hjá fólki. Verji Tolkiens, Father Francis, helt tað vera sera óheppi, at Tolkien skuldi vera góður við ein protestant, og bannaði honum, at hava nakað samband við Edith, fram til hann gjørdist 21 ára gamal.
Stutt eftir 21 ára føðingardag sín, skrivaði hann Edith eitt bræv, har hann greiddi henni frá, at hann elskaði hana øll hesi árini, men var bannaður at hava samband við hana. Edith svaraði honum aftur við boðunum, at hon hevði lova seg til ein annan, men hetta gjørdi hon bara tí, at hon helt tað vera liðugt millum Tolkien og seg, men eftir hetta bræv var støðan broytt. 8. Januar 1913 fríggjaði Tolkien til Edith Pratt, og hon segði ja. Tey vóru nú forlovaði og 3 ár seinni, 22. mars 1916, giftust tey í býnum Warwick.
Fyrri heimsbardagi
[rætta | rætta wikitekst]Í august 1914 fóru bretar uppí fyrra heimsbardaga. Tolkien hevði ongar ætlanir um, at fara í kríggj, men 15. juli í 1915 skuldi hann uppí Lanchashire Fusiliers, og vandi í 11 mánaðir. Stutt eftir brúdleyp teirra, fluttu nú loytnant og frú Tolkien til Rugeley, Staffordshire, tætt við venjingarleguna.
2. juni 1916 fekk Tolkien eitt telegram, har hann var biðin um, at ferðast til Folkstone, fyri at fyrireika seg til, at fara til Fraklands. Tolkien var eisini uppí slagnum við Somme, ið er ein av kendastu orrustunum úr fyrra heimsbardaga. Har mistu fleiri av vinmonnum hansara lívið. í oktober 1916 gjørdist Tolkien sjúkur við skotgravarfepri. Ein sjúka, ið er borin av lús. Tolkien var heimsendur 6. november sama ár. Tolkien var aldrin aftur við frontin, men arbeiddi í hertænastu fram til 1919.
Yrkisleið sum akademikari og rithøvundur
[rætta | rætta wikitekst]3. november 1920 var Tolkien liguður í herinum. Fyrsta starv hansara eftir kríggji var hjá Oxford orðabókini, har hann arbeiddi við orðum av germanskum uppruna, sum byrjað við bókstavinum W. Í 1920 fekk hann starv sum lektari í enskum á lærda háskúlanum í Leeds. Hann var yngsti limur av arbeiðstoyminum har. Meðan hann var í starvinum í Leeds, skrivaði hann A Middle English Vocabulary. (Orðatilfeingi á miðenskum), og endaligu útleggingina av miðaldar ævintýrinum Sir Gawin And The Green Knight. (Sir Gawin Og Hin Grøni Rriddarin) Hesi bæði verk hansara vóru nýtt í skúlaskipanini í fleiri áratíggju. Í 1925 var hann aftur á Oxford, har hann fekk starvið sum professari í fornenskum á Rawlinson and Bosworth, Oxford, eins og hann var stýrislimur í Pembroke collegium.
Tað var meðan hann var í hesum starvið, at Tolkien skrivaði Hobban og tvey tey fyrstu bindini av Ringanna Harri. Tolkien búði í húsunum á Northmoor Road 20, í norður Oxford.
Beowulf
[rætta | rætta wikitekst]Í 1920'unum byrjaði Tolkien arbeiðið við at umseta episku søgnina Beowulf. Hetta arbeiði var liðugt í 1926. 10 ár eftir hetta helt hann ein fyrilestur um verk sítt, Beowulf: The Monsters And The Critics. (Beowulf: Ódjórini og kritikkarar teirra). hesin fyrilestur fekk sera rósandi ummæli, og hevði stóra ávirkan á granskirngararbeiði í samband við Beowulf.
Hobbin og Ringanna Harri
[rætta | rætta wikitekst]Tolkien roknaði ongantíð við, at søgur sínar skuldu vinna frama. Tilvildin vildi tað tó øðrvísi, tí í 1936 kom Susan Dagnall, sum tá var í starvið hjá bókaforlagnum George Allen & Unwin, fram á Hobban. Ein søga, sum Tolkien hevði skrivað til børn síni nøkur ár frammanundan. Dagnall bað Tolkien endiliga geva bókina út. Bókin kom út í 1937, og var so mikið væl móttikin av bæði ungum og eldri, at forlagið bað um eitt framhald. Tolkien fór síðani í holt við at skriva Ringanna Harri, sum skuldi vísa seg, at gerast kendasta verk hansara. Bøkurnar komu upprunaliga út í trimum bindum í tíðarskeiðnum 1954-55. Tolkien brúkti meir enn 10 ár uppá, at skipa søgugongdina, og heimin kring søguna. At byrja við, skuldu Ringanna Harri bøkurnar eisini vera til yngri børn, men sum tíðin leið, gjørdist søgan myrkari og meira álvarsom. Bøkurnar høvdu stóra ávirkan á fantasy listagreinina.
Pensión og seinastu ár Tolkiens
[rætta | rætta wikitekst]Í pensiónsárunum, frá 1959 fram til hann andaðist í 1973, gjørdist Tolkien ein kendur og múgvandi maður. Í 1961 tilnevndi vinmaður hansara, C.S. Lewis, Tolkien til Bókmentaheiðursløn Nobels. Bøkur hansara seldu so mikið væl, at hann irðaði seg um, at hann ikki fór á pensión nakað fyrr. Í einum brævi, sum Tolkien skrivaði í 1972, sum viðmerking til, at hann var vorin ein kulthetja, skrivaði hann, at honum dámdi einki, at vera komin í hesa støðuna. Hann ásannaði tó eisini at: Sjálvt nøsin á tí mest lítillátna skurðgudinum, kann ikki annað enn vera drigin at søta anganum av roykilsi.
Fjepparar hansara vóru so mikið grammir at fáa fatur í sær, at hann í gjørdi av, at strikað seg úr telefonbókini. Tolkien parið flutti til Bournemouth. Tolkien saknaði sínar gomlu vinmenn úr Blekkara bólkinum, meðan Edith stórtreivst, nú hon slapp at vera vertskona millum fínari stættuna í Bournemouth. Tolkien parið vóru sera góð við hvørt annað. Tað sæst bæði aftur í, at Tolkien gekk við til, at flyta til Bounemouth, og eisini sást tað aftur í hvussu errin Edith Tolkien var av mannið sínum. Edith Tolkien andaðist 29. november 1971, 82 ára gomul.
Eftir at kona hansara doyði, flutti Tolkien aftur til Oxford, har Merton College bjóðaði honum eina íbúð. Hann saknaði konu sína, men var eisini glaður fyri at vera aftur í Oxford. John Ronald Reuel Tolkien andaðist 2. september 1973, 81 ára gamal.
bókmentalisti
[rætta | rætta wikitekst]Meðan Tolkien var á lívið:
[rætta | rætta wikitekst]- 1937 The Hobbit or there and back again
- 1945 Leaf by Niggle
- 1947 On Fairy-Stories
- 1949 Farmer Giles of Ham
- 1954 The Fellowship of the Ring
- 1954 The Two Towers
- 1955 The Return of the King
- 1962 The Adventures of Tom Bombadil
- 1964 Tree and Leaf
- 1967 Smith of Wooton Major
- 1967 The Road Goes Ever On
Eftir deyða Tolkiens:
[rætta | rætta wikitekst]- 1977 The Silmarillion
- 1980 Unfinished Tales
- 1981 The Letters of J. R. R. Tolkien
- 1983 The Monsters and the Critics
- 2007 The Children of Húrin
- 1983 The Book of Lost Tales 1
- 1984 The Book of Lost Tales 2
- 1985 The Lays of Beleriand
- 1986 The Shaping of Middle-earth
- 1987 The Lost Road and Other Writings
- 1988 The Return of the Shadow
- 1989 The Treason of Isengard
- 1990 The War of the Ring
- 1992 Sauron Defeated
- 1993 Morgoth's Ring
- 1994 The War of the Jewels
- 1996 The Peoples of Middle-earth
- 2007 The History of The Hobbit Part One: Mr. Baggins
- 2007 The History of The Hobbit Part Two: Return to Bag-end