Jump to content

Mary Shelley

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Mary Shelley
Portrettmálningur av Mary Shelley eftir Richard Rothwell, víst fram á Royal Academy í 1840, saman við linjum frá yrking eftir Percy Shelley, The Revolt of Islam, ið nevnir hana eitt barn av kærleika og ljósi ("child of love and light".[1]
Fødd(ur) 30. august 1797
Somers Town, London, Ongland
Andaðist 1. februar 1851 (aged 53)
Chester Square, London, Ongland
Starv Rithøvundur
Tíðarskeið Enska endurburðartíðin
Hjúnafelagi Percy Bysshe Shelley (g. 1816–22)
Børn

Mary Wollstonecraft Shelley (fødd Godwin; 30. august 17971. februar 1851) var ein enskur rithøvundur, ið skrivaði skaldsøgur, stuttsøgur, sjónleikir, essay, ævisøgur og ferðafrásagnir, og var best kend fyri sína gotisku skaldsøgu, Frankenstein: or, The Modern Prometheus (1818). Hon ritstjórnaði eisini verk ið maður hennara, filosofurin Percy Bysshe Shelley skrivaði. Faðir hennara var politiski filosofurin William Godwin, pg móðir hennara var filosofturin og feministurin Mary Wollstonecraft.

Móðir Mary Godwin doyði tá ið Mary bert var ellivu dagar gomul; seinni vóru hon og eldra fostursystir hennara uppaldar av faðirinum. Tá ið Mary var fýra, giftist Godwin við granna sínum, Mary Jane Clairmont. Godwin syrgdi fyri, at dótturin fekk ein góða útbúgving og eggjaði henni til at fylgja hansara liberalu politisku teorium. Í 1814 fór Mary Godwin at ganga saman við einum av politisku fylgjarunum hjá pápanum, tann gifti Percy Bysshe Shelley. Saman við fostursystir Mary, Claire Clairmont, fóru tey at ferðast til Fraklands og ferðaðust síðan gjøgnum Evropa. Tá ið tey komu aftur til Onglands var Mary uppá vegin við barninum hjá Percy. Tey næstu tvey árini vóru tey útifryst, vóru í skuld og mistu dóttrina, ið varð fødd ov tíðliga. Tey giftist seint í 1816 eftir at fyrra kona Percy Shelley, Harriet, hevði tikið lívið av sær.

  1. Seymour, 458.
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið