Jump to content

Nero

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Standmynd, Nero.

Nero keisari, ið ráddi í Róm frá ár 54 til 68, hevði sera ringt orð á sær. Honum dámdi væl at hyggja at sjónleiki. Og serliga væl dámdi honum at síggja ógvusligar hendingar. Hann læt nógv kristin handtaka, og tey vóru sera illa viðfarin. Fleiri teirra vóru tveitt fyri villini djór og skrædd sundur, meðan onnur vóru brend á báli. Í árinum 64 e.Kr. byrjaði Nero eitt stórt átak at beina fyri teimum kristnu. Ein stórur eldsbruni kyknaði í býnum, og tað eydnaðist keisaranum at fáa fólk at trúgva, at tað vóru tey kristnu, ið høvdu sett eld á. Men hildið verður, at tað var Nero sjálvur, ið hevði birt eldin, tí hann vildi hava meira pláss til nýggjar og stásligar bygningar.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið