Jump to content

Alpurnar

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Fylgisveinamynd, 2002.

Alpurnar eru ein stór evropeisk fjallaketa. Tær røkka frá Eysturríki og Slovenia í eystri, gjøgnum Italia, Sveis, Liktinstein og Týskland; til Fraklands í vesturi. Alpurnar eru ungur fjallaryggur. Kjølurin í Noregi er 10 ferðir so gamal. Tí hevur tíðarinnar tonn ikki máað so nógv burtur av Alpunum, og enn eru fjøll í Alpunum, sum er hægri enn 4 800 m.

Hægst uppi í Alpunum í Miðevropa eru nógvir jøklar. Í ístíðini lógu Alpurnar sum Norðurlond undir ísi. Meðan jøklarnir skruddu, máaðu teir nógv lendi burtur, og eftir vóru stórir u-skapaðir dalar. Í hesum dølum er fruktagott lendi. Har eru mangir býir og nógv gistingarhús. Um veturin standa tey á skíðum í Alpunum, og um summarið ganga tey á teimum vøkru og stórslignu fjøllunum.

Hægstu Fjøllini

[rætta | rætta wikitekst]
  1. Mont Blanc (4 810 m)
  2. Monte Rosa (4 634 m)
  3. Dom (4 545 m)
  4. Weisshorn (4 506 m)
  5. Matterhorn (4 478 m)
  6. Grand Combin (4 314 m)
  7. Finsteraarhorn (4 273 m)
  8. Aletschhorn (4 193 m)
  9. Barre des Écrins (4 102 m)
  10. Gran Paradiso (4 061 m)
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið